Eg livi, og tit skulu liva

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 19. juli 2007.

Eg livi, og tit skulu liva!
Tað lyftið, Jesus, sínum gav,
tá teir við sorg og svárum iva,
her mistu Jesus foldum av.
Hann fyrst í grøv tá lagdur varð,
til leiðin heim í himin bar.

Hann hesa heilsan enn vil bera
til síni børn um heimsins lond:
Eg altíð skal hjá tykkum vera,
um enn her bresta kærleiksbond.
Tí einki meir oss skilja skal
frá honum, sum alt gjørdi væl.

Hjálp oss tí Gud í trúgv at stríða
ta stuttu stund á foldum her,
í Himli vára kæru bíða,
tá síðsti róður rógvin er.
Har sameind vit øll verða tá
í hvíta skara Himni á.