Eg livi og veit, at sál mín er grødd

Orð: Bernhard S. Ingemann
Lag: Andreas Peter Berggreen
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Jeg lever og ved, hvor længe fuldtrøst

1. Eg livi og veit, at sál mín er grødd,
at dómur ei á meg skal falla;
eg livi og bíði tí kallandi rødd,
sum fremmandur fuglur er sál mín her stødd,
til Faðirin barn sítt vil kalla.

2. Eg doyggi og veit, tað vinningur er,
at hvílan hin sæla er funnin,
at endað er lívsins hin troyttandi ferð,
at seinasta royndin er útstaðin her
og ævigi sigurin vunnin.

3. Eg fari og veit, hvar ferðin meg ber:
Til Faðirsins æviga ríki,
til heimið, sum Jesus til reiðar mær ger,
til landið, har aldri við sorg sum her
frá vinunum burtur eg víki.

4. Eg livi og veit, at doyggi eg, skal
til lívið eg upp aftur standa;
eg fari til vinin, eg kenni so væl –
hví er ei mín sál meiri frí og sæl,
hvønn dag enn á fold eg skal anda!

FavoriteLoadingGoym tekstin