Eg livi og veit við fullgóðum treyst

Orð: Ingemann
Týtt: Salomon J. Joensen

Eg livi og veit við fullgóðum treyst’,
eg livi, til Harrin meg kallar;
eg livi og vænti ta kallandi reyst;
eg livi sum gestur við stutta frest,
til faðirin barnið heim kallar.

Eg doyggi og veit, hvønn tíma tað er,
tað er, so sum stundin er lagað;
eg doyggi, tá Harrin til fulnar alt ger,
eg doyggi, tá deyðin ei ótta ber,
og einki meg longur kann ræða.

Eg fari og veit, hvar ferðin ber til:
Hon ber til Guðs æviga ríki;
ja, andanna faðir meg heinta her vil,
til landið, har skilnaður ikki er til,
og sál ei frá sál burtur víkir.

Eg livi, og Harrin sæla mær er,
eg doyggi, men ævigt eg livi,
eg livi, har gleðin av øllum ber,
hví boði eg ikki ta gleði her
hvønn dag, eg á foldum enn livi.

FavoriteLoadingGoym tekstin