Eg í Meistarans hond síggi leivdir av leir

Orð og lag: Sam Gullberg
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg í Meistarans hond síggi leivdir av leir
av tí keri, sum miseydnað varð;
síggi vónbrot Hans, tí har Hann fyri Sær sær,
Sína ætlan við tí Hann ei fær!
Men í kærleika Hann tá tað umaftur ger,
tað, Hann ætlaði, síggja vil Hann;
Hann tá evnar tað aftur, kann vera tað enn
tó eitt nýtiligt ker verða kann!

Niðurlag: Byrja aftur av nýggjum við mær,
byrja aftur av nýggjum við mær,
eg vil evnast av Tær,
Tínum Anda í mær,
ger mítt lív til eitt amboð hjá Tær!

2. O, mín Guð, eg í hond Tína leggi mítt lív,
at Tín vilji við mær henda má;
alt sum óreint Tú finnur í hjarta rek út,
at Tín ætlan við mær her Tú sá.
Eg í tænastu Tíni vil vera eitt ker
til at oysa úr kærleikans hav’
til ein heim, sum er merktur av vónloysi, neyð;
eg vil virka til dagur er av.

3. Eg sum leirið í hond Guðs bert vera nú vil,
so mín sál her gerst heilag og rein;
eg til góðtokka Hansara liva nú vil,
vera Víntrænum fruktagóð grein.
Í Hans hondum eg hvíli so trygt, tí eg veit,
Hann ei uppgevur leirið í mær,
fyrr enn ætlan Hans her og í ævir er nádd,
og Hann mál Sítt við kerinum sær!

FavoriteLoadingGoym tekstin