Eg minnist teg, tá morgunsólin skínur

Orð: Valdimar Briem
Týtt: Jákup Dahl

1. Eg minnist teg, tá morgunsólin skínur,
tú miskunnsami, góði faðir mín;
eg minnist teg, tá sól á kvøldi sígur,
tú sami ert tá, sama góðska tín.

2. Eg minnist teg so mangan dag við gleði,
tá mær ei tykist dagsins vinna strong;
eg minnist teg á mínum náttarbeði,
tá mær ei fellur náttarvøkan long.

3. Eg minnist teg í tínum halgidómi,
tá til tín prís eg hevji lovsong mín;
og siti eg so eina mær á lóni,
eg lyfti hjarta mítt og hug til tín.

4. Eg minnist teg har úti á víða vangi,
í skugga veingja tína hølist eg;
og um mín trongdarstíggj eg stundum gangi,
hvar eg so fari, hond tín styðjar meg.

5. Eg minnist teg á heimsins turra landi,
har einki er, ið kann at leska meg;
at lívsins brunni leiðir meg tín andi,
úr teirri kláru lind har drekki eg.

6. Eg minnist teg í heimsins villa streymi,
eg muni gjøgnum óljóð navnið títt:
og eins í stillum einverunnar dreymi
tað skyggir bjart ígjøgnum hjarta mítt.

7. Eg minnist teg í lívsins ljómasølum,
fullbetri enn tess dýrd er náðin tín;
eg minnist teg í deyðans skuggadølum,
o, Drottin, Guð mín, aftur minst til mín!

FavoriteLoadingGoym tekstin