Eg nú Jesusi gevi mítt hjarta

Orð: Kári Kjelnæs
Lag: HT

1. Eg nú Jesusi gevi mítt hjarta;
Hann mín frelsari vorðin mær er,
og úr vónleysa myrkrinum svarta
inn í undurfult ljós Hann meg ber.
Leingi var eg á vegnum, tí breiða,
men mín Faðir, Hann sendi mær ljós,
og nú ynski eg onnur at leiða
inn á lívsins, ta ævigu kós.

2. Arma menniskja, lat meg tær siga,
at í heiminum ei tú fært frið,
bert hjá Jesus’ um lív tú kanst biðja
og við bróst Hans tú finna kanst grið.
Har er hvíld fyri sálina móða,
einans har fært tú byrðina av,
Hann til Gud hevur gøtuna slóðað,
tá á krossinum lív Sítt Hann gav.

3. Ungi vinur, tær Frelsarin býður
nú at koma til Sín, sum tú ert,
tak nú støðu, tí dagurin líður
– tú úr heiminum ferðandi fert.
Trúgv á Jesus, sum Faðirin sendi
til at sóna í syndara stað
alla skuld. – Á, at tú tær nú vendi
til Guds Son, tær til frelsu í dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin