Eg óttist ei, hvat ið mær kemur á veg

Orð og lag: Paul Rader
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Only believe

1. Eg óttist ei, hvat ið mær kemur á veg,
frá deyða til lív Jesus leitt hevur meg.
Øll dýrd og øll æra nú hansara er,
á jørð og í Himli hann heiðurin ber.

Niðurlag: :,: Einans við trúgv, einans við trúgv,
frelstur frá deyðanum einans við trúgv! :,:

2. Ei óttast eg skal, tí hann undan mær fer
og vísir mær vegin, eg ganga skal her.
Sjálvt løkin við Mara eg leskandi fann,
hitt beiskasta steypið, tað tømdi jú hann!

3. Ei óttast eg skal, hvar ið lagna mín ber,
hvat enn mær kann henda, hann fyri mær er.
Hann bjargar úr neyð, aldri frá mær hann fer,
við gleði ein dag heim í dýrd hann meg ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin