Eg sá ein bangnan skara út úr Egypten fara

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg sá ein bangnan skara út úr Egypten fara,
sum náði Guðs við Reyða Havið sá;
Miriam frøddist, øll har sungu,
dansaðu og sungu prís

Niðurlag: Eg prísi Tær, eg prísi Tær,
o, Jesus Krist, eg prísi Tær!
Eg prísi Tær, eg prísi Tær,
o, Jesus Krist, eg prísi Tær!

2. Tá Paulus og Silas sum fangar í Filippi
í myrkahúsi sungu mitt á nátt;
múrar skakast, leinkjur bresta,
fangar syngja Harrans prís:

3. Jóhannes sá ein skara av teimum endurloystu,
sum tváað høvdu sær í Lambsins blóð.
Summi sungu, onnur bóðu,
men øll har Guði góvu prís:

4. Tá heilagur ein skari av øllum tjóðum, tungum,
skal koma út úr sorg og pínu, neyð;
øll tá syngja nýggja sangin,
Himins herur prísar Guð’

FavoriteLoadingGoym tekstin