Eg sá ein urtagarð ljómandi vakran

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg sá ein urtagarð ljómandi vakran,
so vakurt havi eg enn aldri sæð!
Og mitt í honum stóð plantað ein gáva,
tað var Guðs Sonur – hitt lívsbótsins Træ!

Niðurlag: Eg hoyrdi fagnað og lovsang har inni,
og síðlaregnið av Himlinum fall!
So glað øll drukku av Lívsvatnsins Keldu,
og salvuoljan hon fleyt, Andin fall.

2. Eg sá Guðs dýrd undurfult opinberað,
ta dýrd, hin einborni Sonurin fekk
frá Faðir Sínum, av sannleika, náði;
á, hvør ein náði frá Honum út gekk.

3. Tá kendist syndin so órein í brósti,
eg rópti: Jesus, tak burt mína synd!
Við eini glóð Hann frá Altar’num nam meg,
meg reinan tváaði í Lívsins Lind.

4. So eymt og kærleiksfult tók Hann meg at Sær,
mín sál Guðs frelsu og frið hevur kent.
Á, hvør ein gleði og lukka eg eigi,
tað er tað størsta, sum her mær er hent.

FavoriteLoadingGoym tekstin