Eg sá í Jesu andlit

Victor Danielsen
Orð: William Spencer Walton
Lag: Daniel B. Towner
Týtt: Victor Danielsen

Eg sá í Jesu andlit,
hann hugdi milt á meg,
mín sál varð fylt við gleði,
og sorgin fór sín veg;
og náttin myrka vendist
í kláran, bjartan dag –
eg sá í Jesu andlit,
og undurfult var tað.

Og síðani eg sá hann,
er annað einki vert,
hitt stóra her á foldum
er mær eitt tap nú bert;
hans ljós, tað breyt mítt myrkur,
hans smíl mítt hjarta vann –
eg sá í Jesu andlit,
eg vil tilbiðja hann.

Eg hoyrdi Jesus tala
um kærleik sín til mín,
og vin sín hann meg nevndi,
sín skatt og bróður sín;
tað var sum hørpusláttur
ein stillan summardag,
sum undurfullur songur,
sum søta einglalag.

Eg veit, at skjótt hann kemur
til sín at taka meg,
og har vit skulu syngja,
áh, Harri, bert um teg!
Har skal tín rødd meg gleða,
har leiðir meg tín hond –
ja, tíni skjótt tú savnar
heim á ta ljósu strond!

Áh, andlit, dýrt og fagurt,
áh, hond, so mild á mær!
Er her so søtt títt samband,
hvat verður ikki har!

FavoriteLoadingGoym tekstin