Eg sá ljós

Holgar Jacobsen
Orð og lag: Holgar Jacobsen

Eg sá ljós ið eg kendi
var myrkur mítt dult.
Kendi farra av fjálga á nátt.
Kom eitt rensl inn av eydnu
sum meg streyk eymt á kinn.
Sá nú lívið í vármildum lag

Var hettar lívið eg kendi so dátt
her var eg nú á ljósari nátt

Koma streymar av angist
er mín samviska feld.
Trína skuggar av tølandi mátt.
Var tað fløgin av kenslum
í so hart ryktu í.
Sá eg lívið ein heystkaldan dag

Var hettar lívið eg kendi so dátt
her var eg nú á myrkari nátt

Er ein floymur av tárum
væta sálanar kvøl.
Lít nú hægri hvat er framman stavn.
Torskild leiðin man liggja
men hon førir teg fram.
Sjótt ferð vetur og kreppan er av

Er hettar lívið eg elskaði so
vetursnætur og vón framman stavn

FavoriteLoadingGoym tekstin