Eg sanna fekk, at tað at vera frelstur

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg sanna fekk, at tað at vera frelstur
eitt lív í stríð og mótgongd javnan er.
Í treysti eg mót málinum tó gangi,
hvønn dag eg kenni, Jesus lyftir, ber.

Niðurlag: Ja, tað er leiðin Jesus bað meg ganga,
tann leiðin er so knortlut, smøl og brøtt.
Tað lív, eg livi, mong víst klára betur,
men tó er sálin frelst og leiðin røtt.

2. Eg mangan bað frá innsta hjartadýpi:
Guð gev mær kraft at tola háð og spott;
og um meg fyllir gleði ella sorgir,
varðveit meg til eg málið havi nátt.

3. Eg hóast spott tó krossin tolin beri,
í hjarta frið sum flóðin eigi eg;
tann kraft eg fekk, mær frímóð stóra gevur,
at vitna um Teg Guð, mín Frelsari.

FavoriteLoadingGoym tekstin