Eg sendi tykkum út at virka, líða

Orð: Edith Margaret Clarkson
Lag: John W. Peterson
Týtt: Brynleif Hansen
Upprunaheiti: So Send I You

1. Eg sendi tykkum út at virka, líða,
ólønt, ódámd, ókend, óynskt, ólýdd,
at bera háð, at líða spott og hatur;
eg sendi tykkum út í virki mítt.

2. Eg sendi tykkum – særdum sálum bjargið,
ja, vakið, virkið, grátið yvir teim,
og berið byrðar teirra falnu, gloymdu,
eg sendi tykkum út í allan heim.

3. Eg sendi tykkum – einsom og forfjónað,
við hjørtum byrðað fyri heimsins neyð,
at lata hús og kærar vinir fara,
eg sendi tykkum – elskið inntil deyð.

4. Eg sendi tykkum – sleppið lívsins tráan,
tín eginvilja, ynski dýr og kær;
ja, haldið á at elska tey, sum hata,
eg sendi tykkum bert at tæna mær.

5. Eg sendi tykkum út til tey, sum gráta,
at bera blindum sálum frelsuna;
til hjørtu herd av øvund og av hatri,
eg sendi tykkum – smakkið Golgata.

Eins og Faðir sendi meg,
eg sendi teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin