Eg síggi ein mann móti Golgata fer

Orð og lag: Håkon Haug
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg síggi ein mann móti Golgata fer,
eina krúnu av tornum Hann ber;
uppgivin og svikin av vinum Hann er,
og eg spyrji: Veitst tú hvør Hann er?

Niðurlag: Ja, tað er Jesus, mín Harri, mín Guð;
Hann meg frelsti og fríaði út!
Hugsa tær, á, hvat eitt offur Hann bar,
tá Seg sjálvan Hann ofraði har.

2. Á Golgata træ millum ránsmenn Hann hekk,
á, hvør skurssjón Hann tá gjørdist har.
Hann synd heimsins bar, tá í deyðan Hann gekk,
vári misbrot og plágur Hann bar.

3. Á, hesin maður, sí, Hann er Guðs Lamb;
Hann er bót fyri synd, á, hvør stórt!
Hann úttømdi sál Sína, vann meg til Guð,
tá Hann rópti: Tað er fullgjørt!

FavoriteLoadingGoym tekstin