Eg síggi teg, Guds Lamb, at stá

Orð: Hans Adolph Brorson
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg síggi teg, Guds Lamb, at stá
á Zionsfjalli hátt;
men leiðin tann, tú gekst, hon lá
ígjøgnum deyðans nátt!
Áh, byrði, sum tá lá á tær!
Vár skomm og last tað var;
vár synd har í títt hjarta neit
so fast, sum eingin veit.

2. Óseka Lamb! So eymkilig
tín neyð og pína var,
teg bant tín stóri kærleiki
at loysa okkum har;
har sleit hon vári fangabond,
tín gjøgnumstungna hond;
sum leyva upp úr grøv tú steig,
og deyðin bant teg ei.

3. Eg síggi nú kring um tín stól
ein hvítan skara stá,
hvørt eyga skínur sum ein sól,
at tað Guds Lamb kann sjá;
hitt orð um Lambsins kvøl og stríð
at gera okkum frí,
tað enn hitt fyrsta plássið fær
í einglasongi har.

4. Ótalda skaran síggi eg
ta gyltu hørpu slá,
at æra og tilbiðja teg,
sum doyði trænum á;
tað er sum havsins sterka ljóð,
tá har tey syngja fró:
Guds Lamb, sum várar syndir bar,
vit prísa, takka tær!

5. Takk, Faðir, at tú elskaði
ta falnu ættina
og fyri okkum ofraði
tín Son á krossins træ!
Hvør andadráttur prísi tær,
hvørt hjartaslag í mær,
ja, fyri drykkin, har tú drakk,
í allar ævir takk!

FavoriteLoadingGoym tekstin