Eg síggja kann á fjallinum

Orð: Levi Joensen
Lag: Svenskt fólkalag

1. Eg síggja kann á fjallinum
ein lítlan flokk at stá.
Nú skilnarstundin komin er,
og Harrin fara má.
So tung, so tung tann løtan var,
tað í hvørt hjarta skar.
Men Jesus til teir teskaði:
„Vit síggjast aftur har.

2. Vit síggjast í tí ljósu borg,
har gleði, friður er.
Har kennir eingin skilnarsorg –
hvør søtt tað plássið er.
Og har við lívsins føgru á
ei renna skilnartár.
Í ljósinum við lívsins træ,
har grøðast hjartasár.

3. Nú má eg fara tykkum frá;
so svárt tað tykir mær.
Mítt hjarta heitt í kærleika,
tað fyri tykkum slær.
Men faðir mín, sum sendi meg –
hann bíðar mær í dag.
Tí lyfti eg upp hendurnar
og fari nú avstað.“

4. Og sum hann móti skýnum fór –
teir síggja kunnu hann,
sum stríddi her á Golgata
og sigur stóran vann.
Nú upp um skýggini hann fer,
hin merkti vinurin.
Og Himmalin hátt fegnaðist,
tá Jesus har kom inn.

5. Tað fyrsta, Harrin Jesus bað
sín kæra Faðir, var:
„Send teimum nøkur troystarorð,
sum standa eftir har.
Send út tveir einglar Himli frá
og boðini ber teim.
Sig, at eg komi aftur skjótt
og taki tykkum heim!“

FavoriteLoadingGoym tekstin