Eg sigla man yvir lívsins hav

Orð: Henry Albert Tandberg
Lag: Klaus Østby
Týtt: Maurentius Sofus Viðstein

1. Eg sigla man yvir lívsins hav,
meg ber hin skiftandi bylgja;
mín Harri Jesus, hann kós mær gav,
og hesi kós vil eg fylgja.
Eg stevni fram at teim ljósu londum,
við lívsins træi á føgrum strondum,
har altíð sól og summar er.

2. Meg stundum byrurin góður ber,
og nógvum skipum eg fylgi,
sum halda fram hesa somu ferð
á lívsins ótryggu bylgju;
og frítt er havið, og byrur blíður,
og eftir skipinum skjótt tað líður,
og hvørt eitt segl man standa fult.

3. Men sigla eina eg ofta má
á nátt í storminum kalda,
tá ei er stjørna, ei land at sjá,
eg onga leið veit at halda.
Tá grøv eg síggi í bárum køldum,
tá kemur Jesus á havsins øldum,
í síðstu, myrku náttarvakt.

4. Mítt lívsfar veikt bygt og lítið er,
sum yvir hav meg man bera;
tó Harrin sjálvur er hjá mær her,
hann fulltrygg verja skal vera,
hann enn er máttugur eins og forðum,
alt lúta má for hans guddómsorðum,
brátt tagnar stormur, bylgjan legst.

5. Tá síðsti stormur er riðin av,
á ljósu strondum eg lendi,
tá skal eg skoða, hvat Harrin gav
til tey, sum aftur ei vendu;
ei nakar hugi tað skilja kundi,
ei nakað eyga tað síggja mundi,
hvat har hann hevur teimum goymt.

6. Lat akker falla! Eg náddi havn,
farvæl, tú ótrygga bylgja!
Eg leggi meg í hans kærleiksfavn,
sum trúgvur mær vildi fylgja.
Hoyr, kendar røddir meg blíðar kalla,
nú stilt mítt akker man niður falla
í tryggu, sælu hvíldarhavn!

FavoriteLoadingGoym tekstin