Eg sjólívið valdi

Orð: Thorbjørn Lisberg
Lag: Norskt sjómanslag

Eg sjólívið valdi, tá ungur eg var,
eg heimanífrá mundi fara.
So mangur ein føroyingur roynir seg har,
á havinum nógv ein kann læra.
Motorurin tuffar og skútan fram fer
eg standi so eina á dekkinum her.

Heima havi eg ein lítlan vin,
sum leingjast nú má eftir mær
og um eg bert kundi dvølt eina stund
har heima nú hjá tær.
Okkar’ vakra ástarsong
eg syngja má eina her
eingin, eingin hoyrir meg
bert hav at síggja er.

Nú skiparin út hevur sett sína kós,
mót fremmandum strondum vit fara.
Hann tigandi stendur nokk sendir upp bøn
at Harrin skal okkum bevara:
manning og skip várt, at alt eydnast skal,
at fisk okkum fáa í túsundatal.

Stríð og strev ei okkum rínir á,
tá fiskur á dekkinum er,
tá hvør ein sjógarpur royna seg má
og kokk góðan mat oss ger.
Sjómanslívið er jú so,
eftir mangan tungt eitt tørn
tú okkum fong tó gav.

Tá skútan er fullfermd vit rigga so av,
mót heimlandi aftur vit stevna.
Nú hýrur er góður á øllum umborð.
Brátt skulu vit aftur umfevna
okkara kæru, sum vit eiga har,
og teg, mína gentu sum eg valdi mær.
Loggið út, og so er kósin sett
nú skiparin brosandi er
setir í kort út og peilar so av
mót Føroyum nú aftur ber
okkar’ lítla vakra land
við smáttum kring sund og fjørð,
tú av sonnum metast kann:
Tað besta stað á jørð!

FavoriteLoadingGoym tekstin