Eg skal aldri ivast meir um ein nýggjan morgundag

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Kris Kristofferson/Help me make it through the night

1. Eg skal aldri ivast meir um ein nýggjan morgundag,
hóast stjørnur síggjast ei, eg tó málið havi sæð!
Long og torfør var mín leið, áðrenn Jesus hjartað vann,
nú Hann gongur mær við lið, nýggjur dagur mær upprann!

Niðurlag: Míni mistøk eru mong, víst eg snávi dag um dag,
men eg fái hjálp at liva, nú eg Jesus havi sæð!
Tað, sum hendi mær í gjár, burt sum tokan tunga svann,
nú Hann gongur mær við lið, nýggjur dagur mær upprann!

2. Mangan lívið tykist fløkt, mál ei hómast fyri stavn,
og eg ivist um eg man náa tryggu Himmalhavn!
Tá ein rødd so still og mild til mítt hjarta talar blítt:
“Sí, Eg standi Tær við lið, óttast ikki, barnið Mítt!”

FavoriteLoadingGoym tekstin