Eg skal ganga í ljósi bjørtum

Orð: Dan Anderssons (1. ørindi) og Kajfinn Hammer (2-.4. ørindi)
Lag: Tysta skyar/Gunde Johansson
Týtt: Kajfinn Hammer (1. ørindi)

1. Eg skal ganga í ljósi bjørtum
gjøgnum illgongt skursl og grús
í ljósi frá blonkum stjørnum
til eg nái míns Faðirs hús.
Eg skal banka fegin á portrið,
har eingin meir fer út,
og eg skal syngja av gleði
har gloymd er sorg og sút.

2. Eg skal rætta tær mínar hendur
gjøgnum illgongt skursl og grús,
teg leiða við glaðum sangi
til tú finnir míns Faðirs hús.
Eg skal banka fegin á portrið,
so at tú kanst sleppa inn;
síggja teg strála av gleði,
tí tú náddi Himmalin.

3. Eg skal ganga við vónum bjørtum
gjøgnum illgongt skursl og grús
og leita upp falnar sálir,
sum ei kenna míns Faðirs hús.
Eg skal leiða tær inn um portrið,
har eingin meir fer út,
stevna at lívsvatnsins keldum,
har gloymd er sorg og sút.

4. Eg skal ganga í ljósi bjørtum,
hoyra einglasongsins brús;
tey síggja í hvítum klæðum,
sum her funnu míns Faðirs hús.
Tá ei meir nakar bankar á portrið
har eingin meir fer út,
frelst vit har syngja av gleði
tí gloymd er sorg og sút.

FavoriteLoadingGoym tekstin