Eg skammist ei við Harra mín

Victor Danielsen
Orð: Isaac Watts / Ralph E. Hudson
Lag: Ralph E. Hudson
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg skammist ei við Harra mín,
hans mál eg verji frítt;
mín æra øll er krossur tín,
mítt rós alt – orðið títt.

Niðurlag:
Við hans kross, við hans kross,
har fyrst ljósið eg sá,
og har byrðin lyft varð hjartanum av,
har eg frelsu vann, lív og vón fekk tá,
har sælu og frið mær Jesus gav.

2. Mítt álit alt er sett á teg,
bert tær eg hvíli á,
og ei til skammar verði eg,
ei vónbrotin skal stá.

3. Hans hásæti í ævir er,
so er hans lyfti við;
hann bar, og hann meg uppi ber
hvørt lívsins tronga stig.

4. Hann fyri Faðir sínum har
við navn mítt kennist tá,
og hann í ljósinum hjá sær
meg bústað letur fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin