Eg skelvandi til Harran fór

Orð: Eliza E. Hewitt
Lag: John R. Sweney
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg skelvandi til Harran fór,
tá tung var syndin, neyðin stór;
so eymt hann talaði við meg:
Eg doyði deyðan fyri teg.

Niðurlag: Eg eigi aðra verju ei
enn tað, at Jesus deyðan leið;
hann syndir mínar tók á seg
og doyði deyðan fyri meg.

2. Her frið mítt arma hjarta fann,
her sálin særda hvíla kann;
hann byrðar mínar tók á seg
og doyði deyðan fyri meg.

3. Um enn í sorgum grátur rann,
um onga troyst eg finna kann,
hann sorgir mínar tók á seg
og doyði deyðan fyri meg.

4. Ei ivi og ei ræðsla kann
meg tyngja, tá eg skoði hann,
sum neyð og ræðslu tók á seg
og doyði deyðan fyri meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin