Eg skilji ei, Jesus elskaði meg

Orð og lag: Andraé Crouch
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg skilji ei, Jesus elskaði meg,
eg skilji ei, Jesus ofraði Seg;
eg skilji ei, Jesus gekk henda veg,
á, hvør ein náði, Hann elskar meg.

Niðurlag: Hann frásegði Sær Trónuna í dýrd,
Hann endurloysti meg við Sínum blóð!
Hann dripin varð, men Hann upp aftur stóð,
á, hvør ein náði, Hann elskar meg.

2. Eg fati ei, Jesus synd mína bar,
Hann frelsti meg, sum so djúpt fallin var;
eg fati ei, hví Hann fyrigav mær,
á, hvør ein náði, Hann elskar meg.

3. Hvat varð av mær, um Jesus ikki elskaði meg?
Hvat varð av mær, um Jesus ikki ofraði Seg?
Hvat varð av mær, um Jesus ikki gekk henda veg?
Á, hvør ein náði, Hann vísti mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin