Eg skjótt skal Ævinleikans Morgun sjá

Orð og lag: Arnold Schyrman
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg skjótt skal Ævinleikans Morgun sjá,
tá Brúðarskarin við eitt eygnabrá
frá heimsins myrka dal’
til Himins ljósa sal
við Síðsta Lúður kallast heim til Brúðarfest.
Tá gloymt er heimsins stríð,
á jørð hin vánda tíð,
tá fram eg náddi har, mær longdist mest.
Eg gjøgnum Perluportrið stígi tá
og av Guðs egnu hond skal gyltu krúnu fá;
tá leið mín runnin er,
sum Hann mær lutar her,
um myrk við hvørt til Himmalin hon trygt meg ber.

2. Á, hvussu verður tá at síggja Hann,
sum lív Sítt ofraði, mær frelsu vann,
at har eg syngja skal
lovsangir uttan tal,
í undurfagra Staði Guðs mín sál er skírd.
So yndisligan tá
eg Frelsaran skal sjá
á tignarligu Trónu Guðs í dýrd.
Tá skal Hann mettast av at síggja tey,
Hann bjargað hevur út úr heimsins synd og neyð!
At syngja Lambsins Song,
ei ævin er nóg long,
av Honum fáa Lívsins Vatn og Lívsins Breyð.

3. Hvør sál, sum reinsað varð í Jesu blóð,
har klædd skal standa hvít sum fjalsins snjó.
Við hvørt so tagnar her
ein rødd, sum kær mær er,
men víst vit síggjast aftur Lívsins morgunvakt.
Tá til Guðs Trónu leidd
umbroytt vit verða eitt,
og kongur, biddari ber somu drakt!
O, um bert trongdi inn ein tóni her
av sanginum, sum einglaskarin Guði ber!
Men vit bert hóma her,
hvat Harrin Jesus ger
til reiðar teimum, sum her gjørdu hesa ferð!

FavoriteLoadingGoym tekstin