Eg sokkin djúpt í díkið niður var

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheitið: Jeg sunket var ned i det dype dynd

1. Eg sokkin djúpt í díkið niður var,
og dálkaður av heimsins synd eg var;
so vónleyst, tómt var alt á mínum veg,
mín ivi var: Hvør kundi loysa meg?

2. Tess meira eg av heimsins brunnum drakk,
tess djúpari og djúpari eg sakk;
í barmi hjartað ringdi seg í neyð,
alt verri bleiv, hvat verðin enn mær beyð.

3. Í míni kvøl eg rópti: Góði Guð,
frá míni synd og neyð meg fría út!
Og til mín Harrin rætti sína hond,
Hann loysti av mær Satans sterku bond.

4. Eg tváaður í Jesu blóði varð,
nú kann eg siga: Guð mær góður var!
Hann Andans dóp og tungur gav sum pant,
eg glaður síðan havi Guði tænt.

5. Um stríðið harðnar, eg tó stevni fram
í trúgv til Himmalin eg nái fram.
Á, hvør ein náði, skjótt eg eri har,
skal síggja Hann, sum syndir mínar bar.

FavoriteLoadingGoym tekstin