Eg sovi mær megi

Janus Djurhuus
Orð: Janus Djurhuus
Lag: Jógvan Waagstein

1. Eg sovi mær megi, eg sovi mær mátt,
eg livi so vakurt á hvíldsælu nátt, –
men dagur var ljótur við stynjandi rómi,
hann særdi meg illa og sárliga sló meg.

2. Tá stendur hon hjá mær hitt grannvaksna drós,
so hitandi vøkur, so vermandi ljós,
og ferðin er sæl gjøgnum angandi líðir,
eg skilji teg, Gunnar, tú heiman ei ríður.

3. Tí føgur er líðin og ljómandi sprund,
mær grøðist og gleðist hin kúrandi lund,
og blánandi víður er oygjanna kransur,
ein morgunføddur álvanna dansur.

4. Og kvinnan mær kínir við sólljósu hond:
“Hvat líkist tær, vinur mín, á hesi lond?
Eg vildi, at sól hevði steðgað og bíðað,
tí mangt skipast um, tá ið stundirnar líða.”

5. Eg sovi mær megi, eg sovi mær mátt,
meg styrkir og grøðir hin hvíldsæla nátt;
tá saðli eg gangaran, lættur eg ríði
á Føroyalands tindum við hennara síðu.

FavoriteLoadingGoym tekstin