Eg stevni fram til Sions stað, til eitt nýtt Jerusalem

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg stevni fram til Sions stað, til eitt nýtt Jerusalem,
har er mítt heim
í gleði, gleim!
Eg síggi fram til dagin, tá eg standi í Jerusalem,
mín sál er frí
frá heimsins stríð!

Niðurlag: Eg framá syngjandi nú stevni, eg mín Jesus síggja skal,
tá ævigt loyst er sál og lund.
Eg vænti Jesu bráðu komu, tíðin vísir klárt og væl,
Hann kemur skjótt, á, sæla stund!

2. Nú glaður syngi eg: Mín synd er sónað Jesu blóði í,
fyrigivin er
hvør syndagerð.
Mítt likam tváað varð við reinum vatni og mín sál varð frí,
ja, loyst og grødd
og endurfødd.

3. Á vegnum heim mær møta freistingar og roynslur og nógv stríð,
í sigursferð
tó fram tað ber!
Í Hansar’ hondum, sum meg loysti, eg nú tryggur hvíli í,
Hann hjálpir mær
– hvørt lyfti bar!

4. Og tá so ferðin er at enda komin, skal eg syngja við
í kórinum
í Himlinum!
Har frelsti skarin, sum í Jesu blóði frelsu fann og frið,
lovsong Guði ber,
– so skrivað er!

FavoriteLoadingGoym tekstin