Eg sum ein ferðamaður

Orð: Petur William Háberg
Lag: John Sylvester Fearis

1. Eg sum ein ferðamaður
gangi mítt skeið so glaður,
mál mítt er Zions staður,
ævigt eg búgva skal har –
heimland, heimland,
herliga himmalska heimland!
Framtíð so góð
fyri hjørtu móð –
herliga himmalska heimland!

2. Treysti her stundum trýtur,
mismótsins bylgja brýtur,
mangt er, sum hjartað nítur –
gott er at minnast tá:
Heimland, heimland,
herliga himmalska heimland,
framtíð so góð
fyri hjørtu móð,
herliga, himmalska heimland!

3. Vandafull er mín gøta,
valla her gevst ein løta,
freisting mær ei man møta,
men tá vit koma har:
Heimland, heimland,
herliga himmalska heimland,
freistingar har
aldri møta mær –
herliga, himmalska heimland!

4. Eyga mítt landið hómar,
Frelsarans dýrd har ljómar,
ungdómur ævigt blómar,
hagar mín langtan er.
Heimland, heimland,
herliga himmalska heimland!
Aldrin eitt tár,
men eitt ævigt vár –
herliga, himmalska heimland!

FavoriteLoadingGoym tekstin