Eg sum lítil piltur gekk í sunnudagsskúla

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Ókend/ur

1. Eg sum lítil piltur gekk í sunnudagsskúla,
og eg hoyrdi har um Jesus og hans blóð.
Um eg gloymdi mangt av tí, ið har vit lærdu,
eg Jóhannes 3 og 16 minnist tó.

Niðurlag: Halleluja, halleluja,
eg Jóhannes 3 og 16 lærdi har.
Halleluja, halleluja,
og á knæ í sunnudagsskúla frelstur varð.

2. Henda dagin, tá eg var í sunnudagsskúla,
spurdi lærarin meg, tá eg fór avstað:
Sig mær, um tú trýrt Jóhannes 3 og 16?
Og eg fall á knæ og græt og segði ja.

3. Lítla hjarta mítt har Gudi mátti takka,
at eitt ævigt lív hann hevði givið mær.
Og tann dagin rann eg heim og segði mammu,
at eg frelstur gjøgnum hetta versið var.

4. Er tað satt, at Harrin enntá kundi elska
ein so neyðarsligan, lítlan drong sum meg?
Jú, tað stendur so í Harrans dýra orði,
og Jóhannes 3 og 16 trúgvi eg.

FavoriteLoadingGoym tekstin