Eg svav og meg droymdi

Orð: Rikard Long
Lag: Regin Dahl

1. Eg svav og meg droymdi
ein dimman vetrardag:
verøldin var í ólag
og sólin stóð í stað,

– men tað blæsur yvir heyg,
og vætan setir mjørka mær til bága. –

2. Har gingu vit á foldum
og vistu eingi ráð,
tí dagur var í heilum
og nátt kom aldri á.

3. So stevndu vit til fundar
og hildu krákuting
og mæltu pro et contra
og møsnaðu í kring.

4. Og gjørdu av at fara
til gongu átjan mans
og vita, um til loysingar
vit kundu finna kans.

5. Men áðrenn langt var gingið,
so segði ein seg frá,
ein annar legðist fyri,
tí hann meiddi eina tá.

6. Ein setti seg at tiva,
og ein fekk livurhøgg,
ein triði fór at hista
og kravdi hvíldarstøðg.

7. Ein hvarv í eini mýru,
og síðan hvurvu fleir,
og tá ið fram vit komu,
vit vóru einans tveir.

8. Har vóru høgar hallir
og uddu innaní
við hjólum og við reimum:
eitt snilt maskinarí.

9. Men einki hjólið mól har
og ferð til reimar gav,
tí hann, ið skuldi ansa øllum,
rýtti hart og svav.

10. So býttligt sum at líta á,
tað gamal sær formár!
og hesin tóktist hava fylt
minst fleiri túsund ár.

11. Vit blótaðu eitt sindur
yvir henda gamla dólg,
so fór eg fram til bróstið
og trýsti á ein hólk.

12. Hvørt hjólið tók at hurra,
hvør reimum rann við mátt,
alt stóð í einum loga,
hin gamli vaktist brátt.

13. Tað dunaði sum toran,
tá hann nevaði í borð,
og sólin fell av himni
og fór í minsta sor.

14. Og allir logar sløktust,
tað var sum niðanátt,
og hann, ið fylgdist við mær,
í óvit fell hann brátt.

15. Og sjálvur varð eg slongdur
burt ígjøgnum royk og eim.
Nú sløðist eg í myrkrinum
og finni ikki heim.

– men tað blæsur yvir heyg,
og vætan setir mjørka mær til bága.

FavoriteLoadingGoym tekstin