Eg syngi jólalag

Orð: Luther/Grundtvig
Týtt: Edm. í Garði

Eg syngi jólalag,
mín sál er findarglað!
Eg síggi Jesus hvíla
sum barn á krubbustrá,
á móðurfangi smíla –
og einglar boða frá,
at hann er frelsa mín.

2. Kom, lítla barn, tí mær
nú leingist eftir tær!
Kom, tú, sum sorg kanst linna,
stíg inn um mína gátt,
lat meg teg sjá og finna,
ver hjá mær dag og nátt!
Ja, so er sálin sæl!

3. Guðs kærleikskelda klár,
Guðs sonur, bróðir vár!
Oss syndin burtur seldi
í deyðans trælaband,
hann týndi helheims veldi
og læt upp lívsins land.
Á, vóru vit nú har!

4. Hvar finnist gleðin slík,
so rein og djúp og rík
sum í Guðs kongasali,
har einglafjøldin fró
ber fram við hørpuspæli
eitt ævigt takkarljóð!
Á, vóru vit nú har!

FavoriteLoadingGoym tekstin