Eg syngi um míns Faðirs kærleik

Orð og lag: J.G. Crabbe
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg syngi um míns Faðirs kærleik,
hvørs Andi mær givin varð,
sum vendir mína sorg í gleði
og synd fyrigevur mær;
er náttin myrk, hann til mín talar:
Eg eri hjá tær, tryggur ver!
Hann gevur sólskin fyri skugga
og hvíld fyri møði her.

Niðurlag: Hann fyri sorg mær gleði veitir
og talar til mín: Tryggur ver!
Hann gevur sólskin fyri skugga
og hvíld fyri møði her.

2. Eg syngi um hans kærleik stóran,
sum krossinum doyði á,
at í hans dýrabara blóði
mín sál skuldi frelsu fá;
hann kom at grøða hjartabrotin,
hin sorgarbundna glaðan ger;
hann gevur sólskin fyri skugga
og hvíld fyri møði her.

3. Um evangelium eg syngi,
sum blómur at vaksa fær,
um náðina, sum vann mítt hjarta
og tendraði ljós hjá mær;
í hjartanum tað tøkk upp vekur,
til andan tyngda lætta ber;
tað gevur sólskin fyri skugga
og hvíld fyri møði her.

FavoriteLoadingGoym tekstin