Eg syngja vil um Stranda bygd

Orð: Andrias Sjóvará
Lag: Árni Andreasen

1. Eg syngja vil um Stranda bygd – har friðsælt er hjá mær
Og fedrar várir lunnar løgdu – undir hús og far
Meg minnist skip í hópatali – ein stolt og vøkur sjón
Tey lógu flest eyst móti vest – við gron mót fjalla klón

2. Við ringarnar har lógu tey – til vetur burtur gleið
Og farast skal til Íslands strond – og Grønlands longu leið
Um várið riggast skuldi til – tey nógvu vøkru skip
Og akker hivast botni frá – við sleipi og við slit.

3. Tey flaggaðu frá Skálafjørð – so føgur og so rein
Alt fólk á landi bað til Guð – at Harrin fylgdi teim
Her føddust nógvir skiparar – og rættir fiskimenn
Teir stóran førning sigldu heim – til land og fólk nú enn

4. Á hellu dansur um bálið gekk – hvørt nýggjársaftanskvøld
Tað setti merg í bein og kropp – so eingin sál var køld
Til hondbólt hevur Stranda bygd – fyrr søgu skrivað heim
Teir roynast enn í hesi grein – tí seiggi er í teim.

5. Mín elligamla Stranda bygd – so søgurík sum fá
Við sjógv har trøllið búði sær – enn kærar grátt sum tá
Og kirkjan gamla skamt har frá – hon minni goymir mong
Um ung og gomul, stór og smá – ið sungu takkarsong.

6. Ætt eftir ætt her sita enn – familjurnar hjá tær
Tey anna garð um kirkju har – til Guð at hjálpa sær
Má Harrin signa Føroya fólk – og gomlu Strandabygd
Har fedrarnir við sveittabrot – oss gjørdu lívið trygt.

FavoriteLoadingGoym tekstin