Eg tænari vil vera

Orð: Árni Jacobsen
Lag: Jóhan Edvard Fuglø

1. Eg tænari vil vera,
eitt vitni fyri teg,
tín boðskap út vil bera,
mín kæri Frelsari.

Niðurlag: Av gleði eg nú syngið,
tí Jesus frelsti meg,
nýtt lív eg havi fingið,
nú gangi lívsins veg.

2. Um stormar á meg herja,
mítt akker er so trygt,
tí Jesus vil meg verja,
á grund hans havi bygt.

3. Tá tungir dagar hótta,
og myrkur kemur á,
ei skal eg bera ótta,
tí Jesus er mær hjá.

4. Eg orðið út vil sáa,
í trúskapi vil gá,
lat næstan gleði fáa,
ja, frelsuna tær frá.

FavoriteLoadingGoym tekstin