Eg takki tær fyri krossins pínu

EugenieVictor Danielsen
Orð: Eugenie
Lag 1: Ókendur
Lag 2: Nicolai S. Bjærum
Týtt úr norskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Hav tak, o Jesus, for korsets smerte

1. Eg takki tær fyri krossins pínu,
áh, Jesus, fyri tíni mongu sár!
Tú boygnaði undir byrði míni –
takk fyri sveitta tín og tíni tár!

2. Nú, systkin, vilja hans prís vit syngja,
sum okkum út úr leinkjum hevur loyst!
Her sorg og saknur kann mangan tyngja,
men ei í Himli – stóra, stóra troyst!

3. Skjótt skulu vit nú hjá Gudi vera;
hvat ger tað tá, um sólin brendi her!
Skjótt skulu krossin ei meir vit bera,
men hvíla, har sum Jesus sólin er.

4. Tá skal ei synd okkum longur pína,
ei nakar Satans ørvur okkum ná,
ein gjógv, sum eingin kann yvir trína,
skal okkum øllum illum skilja frá.

5. Um Jesus, Lambið, ein nýggjur songur
sum ljóð av mongum vøtnum dynja skal;
hann verður tilbiðin har sum Kongur
av heiløgum og einglum uttan tal.

6. Ja, tín er eina øll tøkk og æra,
tú, sum við blóði okkum hevur loyst!
Tín deyði skal fyri okkum svara,
tú ert várt lív, vár vón, vár sterka troyst.

7. Gott er tað her tíni børn at vera,
men, áh, hvat vil tað ikki vera har,
har synd ei longur kann skaða gera,
og tað, vit trúðu her, várt eyga sær!

FavoriteLoadingGoym tekstin