Eg takki tær, Gud, fyri farna tíð

Jógvan við Keldu
Orð: Árni Jacobsen
Lag: Jógvan við Keldu

1. Eg takki tær, Gud, fyri farna tíð,
tú, styrki og klettur mín,
og undrast má, at tú í kærleika
av náði meg kallar tín.
Hvønn dag tú til fløtur meg leiðir,
at vøtnum, tá setur sól,
tín verndarvong yvir meg breiðir,
tá hjá tær eg leiti mær skjól.
Frá ævum til ævir hin sami tú var,
tú ævigan lovsong fær!

2. Frá sigri til sigurs tú leiddi meg,
tá tætt eg meg helt at tær.
Og um enn á vegnum mín fótur ók,
tín styðjandi hond var har.
Um særda mín sál enn seg kendi,
um mótleys, í vanda stødd,
til dag altíð náttina vendi
tín milda og troystandi rødd.
Frá ævum til ævir hin sami tú var,
tú ævigan lovsong fær!