Eg tekni

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Eg kann tekna tær bátin og ein bil.
Eg tekni fólk og dukkur, tað eg vil.
Ta sól, sum skínur yvir sjógv og fjøll,
vegin og húsini og okkum øll.

Eg tekni børn, sum spæla, og nógv dýr.
Tað er mín heimur og mítt ævintýr.
Máli tey, eg kenni, í eini ballón
í luftini – er ein vøkur sjón.

Tekni regnið, summar, ja alt!
Og stjørnur á himli, tá tað er kalt.
Siti og liti, so tú eisini fær
eina góða tekning frá mær.

Vilt tú telgja hjarta í eitt træ,
so kærleikin vaksa vil hvønn dag.
Vakrastu vónir og tungastu tár.
Tað lívið, vit fingu, og barnaár.

Søgur og myndir úr okkara verð.
Løtan og tíðin á pappíri er.
Árini klippir í pettir so fín.
Gevur døgum liting og lím.

FavoriteLoadingGoym tekstin