Eg tók ímót Guðs Evangelium

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg tók ímót Guðs Evangelium,
mítt lív varð broytt og alt varð nýtt!
Á, hvat eitt signað privilegium,
í Lívsins Bók kom navnið mítt!

Niðurlag: Hoyr, Harrin Jesus sálir kallar,
Hann frelsu, frið nú bjóðar tær!
Hann Andans eld frá Himli sendir,
hvør syndatrælur frelsu fær.

2. Við Sykars brunn ein syndarinna,
fekk møta Jesus’, Frelsar’num;
í ævir skalt tú hana finna
lovsyngjandi í Himlinum!

3. Við vegin blindi Bartimeus
fekk hoyra, Jesus kom framvið!
Og Jesus læt hann til Sín kalla,
hann lektur varð, hans sál fann frið.

4. Ja, enn í lívsins harða leiki
mong sál enn liggur eftir á!
Á, um tú bert til Hann vilt koma,
tú frelsu, lekidóm skalt fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin