Eg undrandi standi við Guðs trónu

Orð og lag: Charles H. Gabriel

1. Eg undrandi standi við Guðs trónu
og skoði Guðs elskaða Son;
eg undrist á, at Hann kann elska
ein syndfullan skapning sum meg.

Niðurlag: So undurfult, óskiljandi!
Og mín songur vera skal:
So undurfull, óskiljandi
er Guðs góðska móti mær.

2. Eg, sum í synd djúpt var fallin,
vrakaði frelsunnar veg;
Hans elskandi hjarta tó dreiv Hann,
til mín niður boygdi Hann Seg.

3. Tú, sum ei kennir Guðs góðsku,
leitað og søkt ár so mong,
hoyr, Frelsarin eymligt teg kallar,
steðga og hoyr henda song:

4. Tá við teim loystu í Himli
Hans andlit mítt eyga sær;
í øldir og allar ævir
mín Loysnari lovsong fær.

FavoriteLoadingGoym tekstin