Eg ungur var og fattur við

Orð: J.O. Wallin.
Týtt: Jóan Chr. Poulsen

Eg ungur var og fattur við,
nú elli niður nívir;
brátt opnar foldin deyðans lið,
til dust mítt likam blívur,
til himna leingist sálin mín
at hitta holla hirða sín,
har fylgið savnað blívur.

Mær gjørdust hár av elli grá
í heimsins stríði harða,
rættvísan mann eg aldri sá
av Guði gloymdan verða;
um enn hann flikar djúpu sár,
hann turkar aftur øll vár tár,
vár faðir man hann vera.

Mong ættarlið eg hvørva sá,
í deyðans favni lenda,
og rík og fátæk, høg og lág
tað sama øll at henda;
og dagur kemur, dagur fer,
Guðs náði nýggj hvønn morgun er,
ið hann man okkum senda.

Tað er so gott, tá verðin meg
ei longur at sær dregur,
á heimferð glaður gangi eg
frá øllum tí, hon gevur;
har míni kæru vænta meg,
og Jesus, sum mær bjargaði,
ein bústað til mín hevur.

Sum Símun búgvist eg á ferð
heim hjá tær, Guð, at vera,
sum akurin, ið staðin er
og búgvin til at skera;
tú heystsins harri, Jesus mín,
nú leingist sál mín’ heim til tín,
hjá tær er gott at vera.

FavoriteLoadingGoym tekstin