Eg var vilstur og kendi ei vegin

Johannes Alfred Hultman
Orð: Axel Fredenholm
Lag: Johannes Alfred Hultman
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Återfunnen
Týðing hjá Árna Jacobsen

1. Eg var vilstur og kendi ei vegin,
men so hoyrdi eg Frelsarans rødd.
Tá hann kallaði á meg og fann meg,
varð eg frelstur, og sál mín varð grødd.

Niðurlag: Ja, hann kallaði á meg og fann meg,
hann meg elskaði eymt, og hann vann meg,
nú í ævir eg verði hjá honum,
og hans samfelag glaðan meg ger.

2. Syndabyrðina lyfti hann av mær,
sum eg nívdur og tungliga bar,
og til heimið hann aftur meg førdi,
har við gleði eg móttikin varð.

3. Hann mær gav av tí livandi vatni,
og eg drakk – aldri tysta eg skal.
Fyri heiminum vil eg nú vitna
um, at Jesus hann frelsti meg væl.