Eg var vilstur og kendi ei vegin

Johannes Alfred Hultman
Orð: Axel Fredenholm
Lag: Johannes Alfred Hultman
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Återfunnen
Týðing hjá Hákun Djurhuus

1. Eg var vilstur og kendi ei vegin,
men tá hoyrdi eg Frelsarans rødd.
Hann í oyðuni leitaði leingi,
og av nýggjum nú sál mín er fødd.

Niðurlag: Hann so leingi meg søkti og fann meg,
stóri kærleiki hansara vann meg,
og í ævir eg hansara eri,
sál mín glað í hans ferðalag er.

2. Hann í náði meg loysti frá byrðum,
og hann segði, hann elskaði meg.
Og til heimið hann aftur meg leiddi,
bað í øllum meg líta á seg.

3. Hann mær rættir tað livandi vatnið
og meg nøgdan og ríkan nú ger,
beyð mær ikki á boðini leggjast,
men at boða tey á míni ferð.