Eg varnist okkurt vakurt

Orð og lag: Jógvan Telling Joensen

1. Eg varnist okkurt vakurt,
tó at tað tykist fjart.
Eg hoyri og eg síggi
væl meir enn hvítt og svart.
Nú lívsins litir fjølbroyttir
reka tætt framvið.
Eg haldi, at eg livi
og lívið varar við.

2. Er byrðan tung at bera,
og niðanbrekka er?
Ein uggi er, at andróður
mentan mannin ger.
Um sjógvur kastar av sær,
tá ódnin balast kann.
Lat tað ei sita á tær,
at verðin frá tær rann!

FavoriteLoadingGoym tekstin