Eg veit, at hjá mær góðar verur eru

Orð: Dietrich Bonhoeffer
Lag: Andreas Peter Berggreen
Týtt: Salomon J. Joensen
Viðmerking: Týski presturin Dietrich Bonhoeffer yrkti sálmin í nasistiskum fangatippi um nýggjársmundið í 1945. Bonhoeffer varð tikin, tí hann hevði verið uppi í eini morðroynd móti Adolf Hitler í juli 1944 og varð hongdur í aprílmánaða í 1945. Salomon J. Joensen týddi í 1979.

1. Eg veit, at hjá mær góðar verur eru,
eg eigi troyst og eri vardur væl,
eg sigi ja til tað, sum lív vil bera
í nýggja ári, hvat enn henda skal.

2. Um enn hitt gamla tíðum bar oss møði,
og vondskutíðin trupult lívið ger,
vit biðja: Gev tí sjúka hjarta grøði
og gev ta frelsu, sum oss ætlað er.

3. Um deyðans kalik tú vilt okkum rætta
og líðingar í steypi upp til rond,
so vilt tú sjálvur byrðar várar lætta,
tær koma jú frá tíni góðu hond.

4. Men vilt tú aftur gleðilag oss bera
í hesum heimi, meðan sólin sær,
vit siga tøkk og fagnaða tær gera,
tí lívið er ei várt, men ogn hjá tær.

5. Lat ljós títt lýsa, so vit hitan kenna,
sum tú í várum myrkri geva vil,
og lat tað okkum mót og dirvi menna,
í vári nátt tað lýsir himna til.

6. Og tá ið vit í djúpu kvirru eru,
tá lat oss hoyra himna sang og ljóð,
og lat tað troyst í einsemi oss bera:
Guds barna kór vit hoyra syngja fró.

7. Hjá góðum verum eru vit í sorgum
og ferðast trygg, hvat enn so henda vil.
Gud er hjá okkum kvøldartíð og morgun,
ja, hvønn ein dag, ið okkum lutast til.

FavoriteLoadingGoym tekstin