Eg veit, at loysnari mín, hann livir

Orð: Marius Absalonsen
Lag: Blanche Kerr Brock

1. Eg veit, at loysnari mín, hann livir,
eg fari sjálvur at síggja hann.
Hann øllum skepnum jú valdar yvir,
úr Satans veldi meg loysti hann.

2. Tá lívssól mín farin er til viðar,
og Satan reisir sítt kærumál,
skal Jesus stíga fram, mær til friðar:
„Eg gav mítt lív fyri hesa sál!“

3. Tá henda húð mín er vorðin fúnað,
tá fer mítt eyga at skoða Gud,
rætt sum ein blóma í fullum búna,
ið gróðursett varð við sorg og sút.

4. Jú, mær til besta eg hann skal skoða,
so mangan tóktist tann hugsan fjar,
men nú í kærleikans morgunroða,
so still, so blíð og so nær, so nær.

5. Títt síðsta orð skal í ævir standa
sum sáttargerð fyri mína sál.
Eg skal tær møta sum vin og frænda,
mítt djúpa ynski og hægsta mál.

FavoriteLoadingGoym tekstin