Eg veit, eg veit, tað var fyri meg

Orð: Abraham Grimstvedt
Lag: Morten Eskesen
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg veit, eg veit, tað var fyri meg,
at Jesus vildi av Himli stíga,
tók synd og vanæru, skomm á seg
og mátti krossdeyðan líða.

2. Eg veit, hann deyðan í synd meg fann,
eg ræddist Gud og hans dóm og vreiði;
men í tí blóði, frá honum rann,
nú frið eg ævigan eigi.

3. Eg veit, eg átti ei vón í mær,
at sorg og ófriður bróst mítt tærdu,
men at hin pína, ið Jesus bar,
Guds djúpa kærleik meg lærdi.

4. Alt hetta veit eg; men man tá eg
nú liva hann, sum í mín stað doyði,
við honum fylgjast hin tronga veg,
har mangan tykist so oyðið?

5. Ja, henda botnleysa kærleika,
man stolta hjarta mítt enn hann særa,
og henda elskandi Frelsara,
man alt mítt lív nú hann æra?

6. Hvør gott, um enntá so still hon svann,
hvør stund, eg enn her á foldum ferðist,
um bert nú Jesus við gleði fann,
at honum líkur eg gerist!

7. So hjálp mær, Harri, hvønn dag, sum fer,
frá mær at doyggja og teg at liva!
Tú sært, hvør veikt mangan barn títt er
og fyri mongum má biva.

FavoriteLoadingGoym tekstin