Eg veit ei, hvat mær bíðar

Orð: Mary Gardiner Brainard
Lag: Philip Paul Bliss
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg veit ei, hvat mær bíðar,
Guds náði fjalir tað;
hann gevur, sum eg gangi fram,
ein dag í senn, ein dag,
og undir eymu leiðing hans
mín sál er frí og glað.

Niðurlag: Hann leiðir, og eg fylgi,
í honum hvíli eg;
:,: tí syngur sál mín dag um dag:
Hann veit, hann veit mín veg! :,:

2. Eitt stig í senn eg síggi,
ei meiri nýtist mær,
og brotna egin kraft og ráð,
er Harrin meiri nær;
og gjøgnum myrkrið kallar hann
á meg at fylgja sær.

3. Áh, lukka, ei at vita!
Áh, sæla, fjalda leið!
Hans høgra hond mær heldur fast,
hann vil mær sleppa ei;
mín trongda sál tí hvíla kann,
um ókend spor eg steig.

4. So fram, um ei eg síggi –
ei síggja ynski eg!
Nei, fyrr í myrkri, Gud, við tær
enn ljós, og uttan teg,
og fyrr í trúgv við tína lið
enn eina sjónskan veg!

FavoriteLoadingGoym tekstin