Eg veit ei, hvat tað næsta er

Týtt úr enskum: Arnfinnur Setberg

1. Eg veit ei, hvat tað næsta er
á míni lívsins leið,
ei upp um dagin síggi, hvat
í morgin hendir, nei;
men eitt eg veit – mín Harri veit,
um gøtan torfør er,
hans særda hond meg leiðir trygt.
Hann slóðar míni ferð.

2. Eg veit ei, hvat ið verður næst,
eitt ælið ella sól,
um gleðin ella sorgin tá
skal reiða mær sítt ból;
men eitt eg veit – mín Harri veit,
júst hvat, ið hendir mær,
hans kærleiksfavnur fevnir meg,
og best eg hvíli har.

3. Eg veit ei hvat, ið bíðar mær,
hvat morgunin mær ber,
tó honum heilsi eg í trúgv
og prísi hvørja ferð;
tí eitt eg veit – í Harranum
øll fylling Guds har býr,
og aldri nakran svíkur hann,
sum á hans kærleik trýr.

FavoriteLoadingGoym tekstin