Eg veit ei hví, ið Guð meg elskar

Orð: Daniel W. Whittle
Lag: J. McGranaham
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg veit ei hví, ið Guð meg elskar
og várkunn vísti móti mær;
til deyðans heim Hann sendi Jesus,
Guðs hjartalag Hann við sær bar.

Niðurlag: Men eitt eg veit: Jesus gav mær lívið,
tað nýggja lívið – hitt æviga!
Eg, tá Hann kemur, umbroyttur blívi,
eg bíði hesi stund!

2. Hans ljós upplýsir nú mítt hjarta,
og valdið myrka vikið burt.
Hans blóð frá synd meg reinsað hevur,
við blóði Hann meg keypti dýrt.
Og nú eg veit…

3. Eg fyllu frelsunnar ei fati,
ta kraft, í Kristus Jesus er;
men Andin, Skriftin greitt mær vísa,
at keldan aldri tømast fer.
Ja, eitt eg veit…

4. Eg veit ei tíman Hann skal koma,
tá hvørt eitt eyga Hann skal sjá,
men altíð vit við Honum ráða
í allar ævir skulu tá!
Tí eitt eg veit…

5. So mangan verðin á meg herjar,
og setir fram sítt: – Hvussu? – Hví?
Hon heldur meg ein dára vera,
sum blaki burtur mína tíð!
Men eitt eg veit…

6. Tó skjótt skal hesin heimur biva,
og fata, dómur Guðs er nær!
Hann roynir finna onkran útveg,
til Guð hann ei vil venda sær!
Men eitt eg veit…

FavoriteLoadingGoym tekstin