Eg veit ein góðan seyðamann

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Genéve (Lat hurðar upp, ger borglið)

1. Eg veit ein góðan seyðamann,
og fylgi síni elskar hann;
tey teljast í mong túsundtal,
tó røktar hann øll líka væl.

2. Hans hond er sterk og eym hans sál,
hans seyðir kenna væl hans mál,
til skaða hann teir beitir ei,
tí elta tryggir teir hans leið.

3. Tey lomb, ið skjótast burtur frá,
at beina aftur er hans trá,
og finnast tey, við miklum gleim’
á herðunum hann ber tey heim.

4. Um ørn og ravnur koma nær,
hann verjir tey so væl hjá sær;
í neyð hann aldri svíkja vil,
men fegin leggur lívið til.

5. Um oyðimørk sum albeitt lond
tey fáa føði úr hans hond,
tey veiku vermast við hans favn,
og Jesus er hans dýra navn.

6. Tú hirði góði, røkta meg,
og leið meg á tí bratta veg,
sum gongur til ta góðu jørð,
har iglagrasið ikki grør.

7. Av leysum upsum manga stund
tú hjálpti mær á trygga grund,
eg títt í fjøru fastur stóð,
tín hond meg hevjaði frá flóð.

8. Tí prísar tær mín sál so fró
og eltir fegin tína slóð,
á fagurt land tú vísir mær,
har altíð summarsólin sær.

FavoriteLoadingGoym tekstin